• #

    So er lidætlanin her og allar lidvenjingar eru à lima appini og ein fràgreiding um hvønn lid tìma. Vit byrjar 18. januar

  • #

    Minnist til at tá tú er limur í Vælvera Fitness so kostar tað einki at fá tina egnu venjingarætlan.

  • #

    Tú kanst altið keypa gávekort í Vælveru Fitness.

  • #

    Vælvera Fitness

    Tú kanst fáa ráðgeving um kost frá útbúnum kostráðgeva. Vit bjóða eisini persónliga venjing, coaching, fysioterapi og vøddamíking. Øll okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgving.

  • #

    Vælvera Fitness

  • #

Gerst limur ella Rita Inn

Tú kanst melda teg til lim við at trýsta á ímyndina niðanfyri. Hvussu nógvar mánaðir tú ynskir at keypa velur tú sjálv/ur.
 
  Gerst limur   

 

Tú kanst innrita teg á hesu leinkju.

  Rita inn 

Venjingarskrá fyri lið

Vit bjóða nógv ymisk lið. Ert tú limur, kanst tú luttaka á øllum liðum uttan meirkostnað. Síggja venjingarskránna fyri lið í ávikavist Tórshavn og Runavík.

Venjingarskrá - Tórshavn »

Venjingarskrá - Runavík »



Upplatingartíðir

Her sært tú okkara upplatingartíðir

Vælvera Fitness Runavík
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Tórshavn

Mánadag - sunnudag

05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Miðvágur
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Persónlig Venjing

Í Vælveru Fitness hevur tú altíð møguleikan at fáa persónliga venjing og kostvegleiðing umframt coaching



Persónlig venjing

Vit hava eitt gott toymi av persónligum venjarum, sum eru til reiðar at hjálpa júst tær við at koma í gongd. Ein persónligur venjari er ein sum hjálpur tær at røkka tínum máli og sum stuðlar tær. Ein persónligur venjari eggjar tær til og venur saman við tær fyri at tryggja sær, at tú fært sum mest burturúr venjingini. At hava ein persónligan venjara er tey seinastu árini vorðið væl umtøkt, av tí orsøk at fleiri og fleiri hava sæð virðið í at hava ein persónligan venjara við sína lið, sum syrgir fyri, at tú ikki missur tileggjanina at venja.

Vit uppliva, at mong ymisk fólk gagnýta sær fyrimunin við persónligari venjing. Tað verið seg alt frá at klænka seg til sítt komandi brúdleyp, til at lætna seg ella til at fáa ein flottan og væltrenaðan kropp. Vit eru øll ymisk, og tískil eru orsøkirnar ymiskar til, hví vit velja ein persónligan venjara, men felagsnevnarin hjá øllum fyri at velja sær ein persónligan venjara, er, at halda tileggjanini til og at fáa úrslit.

Um tú veruliga brennur fyri at røkka tína máli ella at fáa úrslit, so er ein persónligur venjari tann besta íløgan tú gerst í teg sjálvan.

Prísirnir fyri persónliga venjing eru hesir:

1 tíma: 499 kr.

 

PT8 tilboðið:

Tú kanst nú fáa  persónligan venjara í 8 vikur fyri bert 2900kr. Í prísinum er, umframt 8 vikur venjing, 8 persónligar venjingartímar, 2 kostsamrøður umframt 3 feittmátingar. Gevið gætur, at prísurin fyri vanligt limagjald er ikki íroknaður.

 

Vælvera Fokus:
Vælvera Fokus er eitt persónlig skeið, har tú saman við einum venjara samansetur skeiði eftir júst tínum tørvið. Tað kann verða persónlig venjing, kostvegleiðing, kostætlan, coaching og lívstílsætlan, tú velur.
Prísinir eru:
8 Fokus tímar 3200 kr.
20 Fokus tímar 6500 kr.
50 Fokus tímar 15000 kr.
Gevið gætur! Prísinir omanfyri eru uttan limagjald.



Kostvegleiðing

Í Vælveru Fitness bjóða vit eisini kostvegleiðing frá útbúðnum kostráðgevarum. Okkara kostráðgevarar hava eina bachelor útbúgving frá Syddansk Universitet umframt at hava 8 ára royndir við kostvegleiðingum.

Kostvegleiðing mæla vit til øll, sum ynskja at fáa stórri tamarhald á matvanunum, ein sunnari kost ella um tú ert í iva, um tað tú lesur á alnótini er rætt ella ei, so kanst tú fáa tey "røttu" svarini her.

Prísur fyri kostvegleiðing er:

Kostvegleiðing einaferð: 449kr

Uppfylgjan av kostvegleiðing: 199kr  



Coaching

Vælvera Fitness bjóðar eisini coaching. Coaching kann nýtast á ymiskan hátt og okkara coach hevur royndir innan hesi økir:

Stuðlandi coach:Til tín sum hevur tørv á stuðli til at náa tínum máli. Tað verið seg venjing, ein heilsugóðan lívstíl ella eitt annað mál, tú vilt náa.

Leggja av at roykja:Hevur tu trupulleikar við at steðga at roykja, so skuldi tú umhugsað okkara coachingarætlan fyri at steðga at roykja

Lívstílscoach:Umhugsar tú eina nýggja yrkisleið, ella hevur tú onnur ynskir viðvíkjandi tær sjálvum og tínum lívstíli, so er lívstílscoaching heilt víst nakað fyri teg.

Sjálvvirði:Hevur tú avbjóðingar í tínum gerandisdegi við tínum sjálvvirði og følur at tú ikki røkkur til? Fleiri fólk hava júst hendan trupulleikan og ynskir tú at fáa størri sjálvvirði, so er coaching innan sjálvvirði vert at umhugsa.

 

Skriva ein teldupost til rune@vaelvera.fo og hoyr nærri.